Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Mynd: Jógvan á Dul

Mynd: Jógvan á Dul

Mynd: Jógvan á Dul

3. november 1958 byrjaði vøggustovuvirksemið hjá franciskanarasystrunum. Mett verður, at virksemið kom í lag, tá ein av kvinnuligu lærarunum í Sankta Frans skúla skuldi byrja aftur til arbeiðis, og eingin var at vera um barn hennara. Lærarinnan var Ingrid Dalsgaard og barnið var Djóni Dalsgaard, ið er ein av teimu fyrstu, sum er innskrivaður í Stella Maris Vøggustovuni.

Í byrjanini var ein nunna um børnini, men skjótt sást, at tørvurin á vøggustovuplássum var so mikið stórur, at fyrsta hjálparfólkið Oda Andreassen varð sett, og skjótt eftir hetta verða tvey onnur sett. Á yvirlitinum hjá stovninum sæst, at børnini einans eru í vøggustovuni eitt stutt tíðarskeið - okkurt barnið er eitt ár, men tey flestu bara nakrar mánaðir - fyri at avlasta í heimunum, áðrenn nøkur teirra fara yvir í barnagarðin Sankta Josef.

Tá virksemið byrjaði í 1958, helt vøggustovan til í tveimum lokalum í Sankta Frans skúla. Til stuttleika kann nevnast, at vit í gomlu kassabókini, sum er skrivað á fronskum, síggja, at ein balja, eitt krúss og nakrar suttufløskur eru keyptar inn til endamálið, eins og leikur eru keyptar fyri 45,- kr. og sápa fyri 1,50,- kr. Hetta vóru sjálvandi aðrar tíðir og onnur kor.Skjótt broyttist virksemið, serliga tá stovnurin í 1965 flutti inn í sethúsini við Varðagøtu. Umstøðurnar gjørdist betri, børnini komu í ljós og góð høli, og fingu her ein stóran og góðan garð at spæla í.

Fyrsti leiðarin á stovninum var systa Maria Theynis. Systa Theynis var útbúgvin námsfrøðingur, men flytir í 1977 av landinum vegna sjúku. Aftuarat sær hevði hon tvær aðrar nunnur, systa Victoria úr spania og systa Harriet úr Hollandi. Starvsfólkini í Stella Maris minnast væl aftur á nunnurnar, sum vóru um børnini tá, men serliga systu Harriet, tí hon var so festlig at vera saman við, og tí hon ofta fann uppá skemtiligar søgur at siga frá.

Hesa fyrstu tíðina vóru tað fleiri ungar kvinnur, sum komu í Stella Maris at gerast “barnapleyerskur”, sum var eitt slag av “forpraktikk”. Henda forpraktikkin var við til at lætta um atgongdina til útbúgvingina sum námsfrøðingur. Hesar ungu kvinnur arbeiddu sostatt í vøggustovuni fyrrapart, og fingu undirvísing frá systu Mariu Teresu, sum hevði hægri lærdóm í sálarfrøði, seinnapartar.

Áðrenn barnagarðsøkið varð yvirtikið frá donskum myndugleikum 1. Januar 1988 - og ímeðan stovnurin enn var sjálvsognarstovnur - hevði Vøggustovan eina nevnd aftan fyri seg, sum var mannað við umboðum úr kommununi og av foreldrum. Nevndin hevði regluligar fundir og síggja vit í gomlu skjølunum, at tær høvdu eftirlit við fíggjarætlanini og vóru ein góður stuðul hjá stovnsleiðaranum í tí yvirskipaða virkseminum á vøggustovuni.

Í 2000 verður Stella Maris yvirtikin av kommununi og sjálvsognarstovnurin fellur burtur.

Vøggustovan hevur verið væl dámd øll árini. Spyrja vit systu Louisu Mets, so heldur hon, at foreldrini komu aftur og aftur við børnum teirra, tí børnini vóru væl ansað og høvdu tað gott, ímeðan tey vóru á stovninum. Sigast kann, at í nøkrum førum er tað triða ættarlið, sum í dag gongur á stovninum, og meta tey á stovninum, at hetta í sjálvum sær boðar frá dygd. Vøggustovan Stella Maris er kend fyri at hava góð, støðug og arbeiðssom starvsfólk, eins og starvsfólkini eru kend fyri ta góðu umsorgan, tey hava víst børnunum øll hesi árini.

Fríggjadagin 3. november verður 60 ára føðingardagshald, har tað er opið hús frá kl. 15:30 – 17. Øll, bæði børn, foreldur og onnur, sum á einhvønn hátt hava tilknýti til stovnin, eru hjartaliga vælkomin. Her verður høvið at fáa sær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo