Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í sambandi við at árliga Stella Polaris kappingin verður hildin í døgunum 2-4 mars, hava ung gávurík tónlistafólk aftur í dag kappast í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Í gjár framførdu 23 luttakarar í aldursbólkinum til og við 13 ár og í dag framførdu 24 luttakarar í aldursbólkinum 14 til og við 18 ár. 

Kappingin er í konsertsalinum Hátún í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum - eins og í gjár. Umframt hetta framførdi einans luttakari á orgli í Vesturkirkjuni.

 Dómsnevndin er sett saman av Kristinu á Váli, Eyðuni á Lakjuni, Heiðrun Petersen, Elspu Samuelsen og Andrasi Olsen, ið er formaður í nevndini.

Andras greiður frá, at nevndin var sera glað av høga støðinum, og at tað hevur verið serstakliga avbjóðandi at gera ein úrskurð av dagsins framførslum. Hóast tað skuldi ein avgerð takast og eftir at hava umrátt seg ein lítlan tíma, kom nevndin fram til, at virðislønirnar skuldu latast soleiðis. 

 Triðja virðisløn fór til Mikkjal Davidsen

Onnur virðirløn fór til Ritu Ljósheim

Fyrsta virðisløn fór til Ari Hammer Joensen

Umframt vanligu virðislønirnar varð aftur í dag valt at lata eitt serligt herðaklapp til Beintu Ingeborg Greve. Dómsnevndin sá eitt sera stórt potentiali og eina stóra framtíð í Beintu.

Framførslurnar í dag vóru allar góðar og áhoyrararnir fóru heim aftur við fleiri góðum tónleikaligum upplivingum. Kappingin heldur fram í morgin leygardagin 4. mars og byrjar kl. 12, og tá fara fjúrtan ungir tónleikarar í elsta aldursbólkinum 18 til og við 25 ár at kappast. Kl 18.30 verður virðislønahandan í Hátúni og tá verður greitt hvørjir vinnararnir eru.

Tað er, sum vant, musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs, sum skipar fyri kappingini og í alt eru 61 børn og ung úr øllum landinum, ið taka lut í kappingini hesaferð.

Kappingin er almenn og ókeypis. Eisini verður kappingin stroymd á https://www.tm.fo/skulin/stroyming/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo