



2. páskadag, mánadagin 5. apríl, hevur tú møguleika at vitja málningaframsýningina Vón hjá Stellu Zachariassen í høllini “Ovaru Hoydalar” á Hotel Hilton Garden Inn frá kl. 12-19.
Stella hevur málað í nøkur ár og gjørdi so av at taka “Mastery” útbúgving í list, sum hon er í holt við nú og síðani hon byrjaði hetta, so er eitt sindur annaleiðis “touch” á hennara málningum.
Til framsýningina Vón hevur hon málað ymiskar málningar við ímynd av lívi, troyst og vón og við íblástri frá hennara yndis lovsangum, sum fara at hoyrast á framsýningini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo