Tramin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú eg havi sitið á Løgtingi, havi eg gingið sera høgt upp í tey bleytu virðini, og arbeitt hart fyri, at tænastur innan heilsu-, almenna- og mentunarøkið skulu styrkjast.

Eisini ynski eg, at vit skulu hava eitt sterkt vinnulív og at fiskivinnan framhaldandi skal hava støðugar karmar at virka innan fyri.

Niðanfyri er nakað av tí, sum eg vil virka fyri - fái eg aftur møguleikan:

- Barnafrádrátturin skal hækka við 2.000 kr. pr. barn

- Loftið á barsilsgjaldinum skal úr 25.000 kr. upp í 27.000 kr.

- Inflatiónstrygd á 1.000 kr. til tørvandi

- Meira fleksibla barsilsskipan, sum passar betur til familjuna

- Bústaðir til allar málbólkar, eisini innan serøkið

- Talsfólk til brekøkið

- Verja á brekøkinum, tá verkfall er

- Styrkja fólkaskúlan

- Arbeiðsinntøkan hjá pensjónistum skal ikki mótroknast í pensjónini

- Allar fiskivinnuavtalur skulu varveitast og mennast

- Skulu alla tíðina royna at fáa fleiri rættindi heldur enn at missa rættindi

- Varðveita tey kristnu virðini í samfelagnum

Eg vil framhaldandi arbeiða miðvíst fyri alt landi, bæði vinnuliga og sosialt.

Eg vil virka fyri einum sterkum vinnulívi, støðugum karmum til fiskivinnuna og tryggari vælferð.

Eg fari inniliga at heita á teg um at fara á val og geva mær tín stuðul, so eg framhaldandi kann umboða teg á Løgtingi.

X við Edvu

Edva Jacobsen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo