Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: Mikukvøldið varð sjøtul settur á bólkaspælið í steypakappingini hjá kvinnum, tá Mjølnir tók ímóti Ternuni av Toftum í bólki 2. Og tað var vorðið sum byrjan upp á kappingina, har Ternan vann 3-2, eftir at Mjølnir hevði vunnið tey bæði fyrstu settini og hevði havt dystarbólt í triðja setti.

Lítið bendi tó á slíkt drama, tá Mjølnir hevði lagt seg á odda 15-8 í fyrsta setti, men við frálíkum servum frá Magnhild Jacobsen kom Ternan í einum háli upp á 14-15. Síðani gjørdist javnt við 17-17, men so dragnaði aftur millum liðini, og Mjølnir vann settið 25-19.

Annað sett var javnt mest sum allan vegin, tó at Mjølnir fyri tað mesta var frammanfyri við einum og tveimum stigum, men Ternan javnaði til 22-22. Mjølnir togaði seg tveir bóltar framumaftur og vann síðani settið 25-23, eftir at Ternan hevði yvirlivað fyrra settbóltin.

Dystarbóltur til Mjølnir – men hann varð taptur
Triðja sett minti nógv um tað undanfarna, men eftir at Mjølnir hevði verið á odda 11-9, vann Ternan næstu seks bóltarnar og legði seg framum 15-11. Mjølnir javnaði tó til 17-17, og lítið restaði í einum 3-0 sigri, tá Mjølnir legði seg á odda 22-19. Men allar súðir vóru tó ikki syftar, og Ternan javnaði til 23-23. Mjølnir vann sær síðani dystarbólt, men Ternan stóð ímóti trýstinum og vann næstu tríggjar bóltarnar og settið 26-24.

Sigurin lá tó framvegis til Mjølnir, tá tær bláu løgdu seg á odda 15-11 og 18-13 í fjórða setti, men Ternan krøkti seg fast aftur og vann sjey bóltar á rað og legði seg á odda 20-18, áðrenn settið varð vunnið 25-19.

Javnbrótarin reið um snarið
Ternan hevði góða byrin við sær í javnbrótaran og legði seg á odda 8-4. Eftir síðuskiftið vann Mjølnir næstu tveir bóltarnar, og Ternan tók leikbrá. Hetta hjálpti ikki, tí Mjølnir tevjaði blóð, og brátt varð 9-9 og síðani 12-10 til Mjølnir. Men so so svingaði pendulið aftur hinvegin, og Ternan legði seg á odda 13-12, áðrenn Mjølnir javnaði til 13-13. Afturvenda Birgit Guttensen - sum ikki hevur gloymt hvussu flogbóltur skal spælast, og sum nú spælir fyri Ternuna, eftir fyrr at hava spælt í fleir ár fyri Mjølnir og fyrr SÍ - átti síðstu hond á báðum stigunum, sum tryggjaðu Ternuni sigurin. Fyrst bukaði hon eitt smassj í gólvið til 14-13, og síðani gjørdi hon tað til 15-13 við róligum fløtum slagi oman ímóti baklinjuni, sum útplaseraði Mjølnir-liðið.

Hini bæði liðini í bólki 2 eru SÍ og Dráttur. SÍ má metast sum favorittur at vinna bólkin, men spennandi verður at síggja, um Ternan verður ment at taka dystin upp við Drátt um annaðplássið í bólkinum, sum gevur atgongd til hálvfinalurnar, sum verða spældar í Klaksvík 18. februar. Til dystin ímóti Drátti 14. Januar hevur Ternan Sofíu Purkhús Splidt tøka, sum kann styrkja munandi um liðið. Hon var ikki við í dystinum í gjárkvøldið.

Í bólki 1 eru trý lið: Fleyr, KÍF og TB. Fyrsti dysturin í tí bólkinum verður sunnudagin 8. januar millum Fleyr og KÍF.

Menninir fara undir sítt bólkaspæl í steypakappingini leygardagin 7. januar, tá Fleyr og Ternan møtast í Havn. Hjá monnunum eru øll liðini í einum bólki. Fýra tey fremstu vinna seg í hálvfinalurnar, sum verða í Klaksvík 18. februar.

Steypafinalurnar verða spældar í Havn leygardagin 4. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo