Hagstovan: Í fjør vaks fólkatalið við 678, og 1. januar búðu 54.255 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein árligan fólkavøkstur á 1,3% - tað sama sum í 2021. Samanborið við 2021 fyllir nettoflytingin meiri og burðaravlopið minni.
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum. Hinvegin vigar ein vøkstur í nettoflytingini í stóran mun upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin í myndini niðanfyri framhaldandi vøkstur í fólkatalinum.
Størri nettoflyting — minni burðaravlop
Fólkatalið verður ávirkað av burðaravlopinum, sum er munurin millum tal av føddum og tal av deyðum, og nettoflytingini, sum er munurin á tilflyting og fráflyting. Av fólkavøkstrinum í 2022 fylti burðaravlopið áleið ein fimting og nettoflytingin fýra fimtingar. Hóast lutfalsligi fólkavøksturin er tann sami sum í 2021, so er lutfallið millum burðaravlopið og nettoflytingina broytt. Tá stavaði ein triðingur av fólkavøkstrinum frá burðaravlopinum og tveir triðingar frá nettoflytingini. Skiftið í lutfallinum kemur av, at samstundis sum burðaravlopið minkaði í 2022, vaks nettoflytingin. Burðaravlopið minkaði, tí færri føddust og fleiri doyðu enn í 2021. Nettoflytingin vaks, tí vøksturin í tilflytingini var størri enn vøksturin í fráflytingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo