Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sum liður í málinum hjá samgonguni at betra um umstøðurnar hjá smærri fyritøkum og íverksetarum ætlar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, at víðka skipanina við sjálvbodnari trygging soleiðis, at fleiri fáa møguleika at tryggja sær dagpening í sambandi við sjúku. Persónar, sum arbeiða í egnari fyritøku, og sum hava skipað virksemið í einum felag, eru ikki nóg væl tryggjaðir í verandi almannalóggávu og kunnu koma fíggjarliga illa fyri, um teir blíva sjúkir, tí at verandi skipan er avmarkað til persónar, sum ikki hava arbeiðsmegi afturat sær.

Dømi um hetta er tríggir persónar, sum saman eiga og reka ein útróðrarbát. Virksemið er skipað í einum felag, og ein av teimum er stjóri í felagnum. Í hesum dømi eru teir báðir persónarnir, sum ikki eru stjórar, beinleiðis fevndir av dagpeningaskipanini, meðan stjórin ikki hevur rætt til dagpening vegna sjúku (tí hann er stjóri), hóast allir tríggir eiga og reka útróðarbátin saman. Stjórin kann heldur ikki tekna seg til sjálvbodnu tryggingina, tí hann hevur arbeiðsmegi afturat sær. Við lógaruppskotinum fær stjórin møguleika at tryggja sær dagpening, um hann verður raktur av sjúku.

Fyri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er tað av alstórum týdningi, at eitt nú útróðrarmaðurin verður betri tryggjaðir, sum tað sømir seg einum nýmótans samfelagi, ið er bygt á fiskivinnuna.

Sambært einum uppskoti til broyting í dagpeningalógini, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sent til hoyringar, verður gáttin inn til skipanina lækkað. Avmarkingin um, at tað einans er stjórin, sum ikki hevur arbeiðsmegi afturat sær, ið kann tekna trygging, verður tikin burtur. Um stjórin hevur nakað av arbeiðsmegi afturat sær, ella um tað eru tveir stjórar ella tríggir eigarar verður frameftir ikki ein forðing fyri at tryggja stjóranum dagpening í sambandi við sjúku.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 27. august, og gongst sum ætlað, kemur broytingin í gildi 1. januar 2022.

Uppskotið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo