Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað var ikki væl móttikið hjá øllum kundunum, at Elding í SMS hevði eftirlit við útgongdina, har fólk við posum og taskum vórðu biðin um at loyva einum krambúðarkalli at síggja innihaldið og eina kvittan.

Eitt av viskiftafólkunum sum følir seg illa hagreiddan er Bjarnheðin í Hoyvík, sum á facebookvanganum kallar tað, sum hann var útifyri í Elding fyri markleysan frekleika. "Tjóvur trýr, at hvør maður stjelur", skrivar hann og á viðmerkingunum sæst, at hann er ikki tann einasti við tí meiningini.

Herman Winther, virkisstjóri í Elding, sigur við VP, at tey hava varnast, at ikki øllum dámar nýggja átakið hjá teimum.

- Vit gjørdu hetta í sambandi við, at alarmskipanin var óvirkin í nakrar dagar. Hon virkar nú aftur sum hon skal, og tí er hetta ikki neyðugt meira, sigur hann, og váttar, at tað hava ikki bara verið blíð orð frá teimum, sum eru biðin um at vísa innihald í posum og taskum saman við eini kvittan, tó at tey flestu onki høvdu ímóti tí.

- Vit harmast veruliga, tí tað var á ongan hátt okkara ætlan at stoyta nakran, sigur Herman Winther, sum eisini upplýsir, at stuldur generelt er ein avbjóðing hjá teimum eins og øðrum handlum.

- Vit uppliva, at stuldurin er vaksandi, men tað er eisini ein onnur praktisk orsøk, og tað er, at fleiri kassar eru í handlinum í SMS, ikki bara við útgongdina, og tí ganga fólk út við vørum alla tíðina, eisini fram við kassanum við hurðina. Tað er verri at halda skil á í SMS, sigur stjórin.

- Vit hava faktiskt gjørt hetta áður tá stór tiltøk hava verið, eitt nú Black Friday, sigur Herman Winther og minnir á, at slíkt er ikki óvanligt uttanlands.

- Hvat so um kundin sigur nei?

- So er onki at gera, tað virða vit sjálvandi.

Tað eru umleið tvær vikur síðani at Elding lat upp handilin í SMS, eftir at Elding keypti Power sum var í SMS áðrenn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo