At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ógvusliga inflatiónin sum vit uppliva nú fer at halda fram restina av árinum. Men næsta ár fer hon at hasa av, lovar sjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Kristalina Georgieva.

Á G-20 toppfundinum í Bali í gjár segði hon, at hon væntar inflatiónin fer at minka næsta ár, sum úrslit av átøkunum sum heimsins tjóðbankar hava sett í verk til tess at basa henni.

- Tá rentuhækkingarnar fara at sláa ígjøgnum, fer inflatiónin at minka, segði Kristalina Georgieva á G-20 toppfundinum, har hon eisini segði, at inflatiónin hevur hægstu raðfesting fyri allar heimsins tjóðbankar.

Fyribils noyðast vit tó at smyrja okkum við toli, tí inflatiónin fer at halda fram at vaksa tað sum er eftir av hesum árinum, segði hon við Dagens Industri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo