Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Vit rokna við at koma upp á eitt tal millum 1,0 og 1,1 millión ferðafólk um 20 ár, sigur stjórin í Vága Floghavn, Regin I. Jakobsen við miðilin Business Traveller.

- Og tá er talan um eina varliga framskriving, har vit bert rokna við einum vøkstri á 8,0 prosent og 7,2 prosent í 2020 og 2021, sjálvt um tað helst endar við at liggja eitt stað millum 10 og 12 prosent, sigur stjórin.

Sum støðan er í dag er tað mest føroyingar sum ferðast um flogvøllin, men í framtíðini eru tað turistarnir sum skulu standa fyri størra partinum av vøkstrinum.

- Vit eru bara 52.000 íbúgvar, so avmarkingar eru fyri, hvussu nógv vit kunnu flúgva. Tí meta vit at turistarnir fara at fylla meira í framtíðini, sigur stjórin á flogvøllinum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo