

Sosialdemokratarnir, Venstre og Moderaterne hava gjørt av at skipa stjórn í Danmark.
Hetta verður ein stjórn tvørtur um miðjuna.
Politikkurin hjá nýggju stjórnini verður kunngjørdur í morgin, skrivar dr.dk.
Hósdagin verður avdúkað, hvørji verða ráðharrar í nýggju stjórnini.
Val var til fólkatingið tann 1. november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo