Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á fólkatingi: Tá Mette Frederiksen og aðrir danskir ráðharrar vóru á vitjan í juni, bleiv lovað, at eitt nýtt fongsul fer at verða bygt í Føroyum.

Hetta bleiv straks skotið niður av øðrum donskum politikarum, sum søgdu, at eingin politisk avtala var um hetta, og at pengar heldur ikki vóru settir av.

Sjúrður Skaale hevur í mong ár virkað fyri at bøta um viðurskiftini innan alla rættarskipanina, og eitt nýtt fongsul hevur verið eitt høvuðsmál. Hann var tí sera misnøgdur við, at hetta ikki var við í teirri breiðu politi-avtalu, sum bleiv gjørd á fólkatingi í vetur.

Síðani hevur hann verið á fundi við bæði forsætisráðharran og løgmálaráðharran, Mattias Tesfaye um málið, og í farnu viku sendi hann stjórnini eitt bræv, har hann greiddi frá síni støðu, og bað um at fáa greiðu á, hvar málið stendur.

Svar er nú komið, og har sigur løgmálaráðharrin m.a. soleiðis:

“Det er vigtigt for mig at understrege, at regeringens beslutning om at igangsætte projektet med et nyt fængsel står ved magt. Det er vigtigt at sikre nutidige og hensigtsmæssige fængselsforhold på Færøerne, og vi skal sikre, at flest mulige færinger kan afsone deres straf på Færøerne tæt på familie og i vante omgivelser. Andet kan Danmark ikke være bekendt.” 

Fongslið skal eftir ætlan standa liðugt í 2029
Hóast stjórnin longu hevur sett pengar av til prosjekteringina, er verkætlanin sjálvsagt treytað av stuðli frá flokkunum á fólkatingi, men um tað sigur ráðharrin: ”Jeg både tror og håber, at alle i Folketinget vil tage ansvar for den danske rolle i rigsfællesskabet og støtte op om projektet, og der har mig bekendt ikke været nogen partier, der har kritiseret eller problematiseret behovet for et nyt fængsel på Færøerne, selv om der lige efter indgåelsen af hensigtserklæringen var kritik af regeringens proces og timing omkring den.”

Brævið frá Sjúrði til stjórnina sæst her

Alt svarið frá stjórnini sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo