Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Setur.fo: Nú 40 ár eru liðin, síðani havrættarsáttmálin hjá ST (UNCLOS) varð gjørdur, skipa Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet fyri ráðstevnu, har spurt verður, um og hvussu sáttmálin megnar at vera hóskandi rættarkarmur fyri alt virksemi á havinum.

Havrættarsáttmáli Sameindu Tjóða (UNCLOS) hevur nú 40 ár á baki, og í tí sambandi verður altjóða ráðstevna hildin tann 10. mars á universitetinum í Keypmannahavn.

Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri ráðstevnuni saman við CEPRI á Københavns Universitet. Á skránni stendur dygdin í UNCLOS, og hvussu sáttmálin kann brúkast til at handfara nýggjar avbjóðingar, sum ikki vóru kendar í 1982, tá sáttmálin varð gjørdur.

Fyrilestrarhaldarar koma m.a. frá George Washington University, Oxford University og frá øðrum europeiskum universitetum.

Ráðstevnan er ókeypis, men tilmelding skal til.

Sí skránna fyri ráðstevnuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo