Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-200/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Hervør Pálsdóttir, løgtingsmanni, um Istanbul sáttmálan og harðskap móti kvinnum.

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Verður arbeitt við at seta Istanbul sáttmálan í gildi fyri Føroyar?

2. Verður arbeitt við átøkum fyri at basa harðskapi móti kvinnum?

3. Hvørja støðu hevur løgmaður til spurningin um sjálvstøðugt at kriminalisera sálarligan harðskap?

Svar:
Í samband við svar uppá spurning 1 og 2 havi eg biðið um viðmerkingar frá ávikavist Almannamálaráðnum og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Til spurning 1
Sum Føroya løgmaður kann eg als ikki góðtaka at harðskapur fer fram. Yvirhøvur arbeiðir føroyska umsitingin eftir meginreglunum í Istanbul-sáttmálanum og revsirættarliga lóggávan í Føroyum er stórt sæð í tráð við Istanbul-sáttmálan.

Landsstýrið arbeiðir alla tíðina eftir, at dagføra lóggávuna, soleiðis at hon er í tráð við sáttmálan. Sum dømi kann nevnast, at vit nú hava sett á stovn bráðmóttøku fyri persónar, sum hava verið fyri neyðtøku ella øðrum slagi av harðskapi. Somuleiðis er ætlanin í næstum at gera dagføringar í revsilógini, soleiðis at sálarligur harðskapur verður sjálvstøðugt kriminaliseraður.

Almannamálaráðið hevur upplýst, at um Istanbul-sáttmálin skal setast í gildi fyri Føroyar, so er neyðugt at seta eitt størri arbeiði í gongd fyri at kanna, hvørjar avleiðingar sáttmálin hevur fyri Føroyar. Til dømis hvørjar skyldur Føroyar átaka sær, og í hvønn mun tað er neyðugt at gera nýggja lóggávu ella broyta verandi lóggávu. Í løtuni er einki ítøkiligt arbeiði í gongd við at seta Istanbul-sáttmálan í gildi fyri Føroyar.

Til spurning 2
Seinastu 10 árini hevur politiska skipanin, tvørtur um floksmørk, raðfest at seta á stovn tvær heildarætlanir at arbeiða við 1) harðskapi í parlagi og nærsambondum og 2) kynsligum ágangi. Báðar eru kjølfestar í eini hugsjón um, at tað at basa harðskapi er eitt samfelagsmál, sum vit øll eiga at vera við til at loysa.

Tað er eingin ivi um, at hesi átøk hava verið við til at seta fokus á økið og fáa trupulleikan við harðskapi fram í ljósið. Eftir mínum tykki er hetta tann besta fyribyrgingin móti harðskapi, at vit seta fokus á økið og tora at tosa um trupulleikan.

Sig frá, sum Almannamálaráðið varar av, eftirmetti á heysti 2021 báðar heildarætlanirnar. Her bleiv staðfest, at arbeiðið at basa harðskapi og ágangi er ikki liðugt. Sig frá, mælir tí til at byrja eina nýggja heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum, har hildið verður fast í sama leisti, men við nýggjum átøkum, tillagað samfelagsbroytingarnar seinastu árini. Fyrireikingarnar til hetta arbeiði eru byrjaðar nú í summar.

Sum fyrsta stig er peningur longu settur av á fíggjarlógini í ár, til at fara undir at seta á stovn eina nýggja harðskapsmóttøku, ein miðstøð, ið samskipar ráðgeving og vegleiðing til fólk, ið eru fyri harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Sig frá hevur, í tøttum samstarvi við Kvinnuhúsið, orðað eitt tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu harðskapsmóttøkan skal skipast. Við at víðka um verandi leigumál hjá Kvinnuhúsinum, við at styrkja um starvsfólkahópin, og við at styrkja markamótið til myndugleikan, við einum góðum og greiðum samstarvi við hesa harðskapsmóttøku, er ætlanin at fara til verka longu á heysti 2022.

Til spurning 3
Tá ið dagføringar av revsilógini verða gjørdar í næstum er ætlanin sjálvstøðugt at kriminalisera sálarligan harðskap. Hesar dagføringar av revsilógini verða ætlandi bornar niðan í tingið í komandi tingsetu.

Í Tinganesi, 3. juni 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo