Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tunnilsholið er skotið ígjøgnum, og um eitt ár ella so er Sandoyggin á fyrsta sinni samanrunnin við restina av samferðslu Føroyum. Lívið sum avmarkaður marknaður, við svikaligum infrakervi er horvið. Kappingarfortreytirnar broytast grundleggjandi, og okkara livistøða kemur at broytast, bæði til tað góða og tað minni góða.

Men hvat skulu vit brúka Sandoynna til? Og skulu vit yvirhøvur broyta tað til tíðir tronga, men hugnaliga bygdalívið. Og hvørjum lívi og virksemi skulu vit rúma, sum ikki er her í dag?

Framfýsin íverksetarafólk, ruddað nærum altíð sær og øðrum slóð, men skulu vit royna at samskipa eina menningarætlan fyri hvørja bygd sær, ella eina menningarætlan sum eisini nágreinar hvønn nærpolitikk vit sum oyggj ætlað at fyrireika og skapað fyritreytir fyri, ella skal hvør bara ráða sær?

Skulu vit framhaldandi vera landbúnaðarsamfelagið, sum seinni legði útróðrar og fiskivinnu afturat sær, ella skulu vit dúva uppá at vera sovibýur hjá høvuðsstaðnum. Og hvat gera vit við ferðavinnuna, sum onkursvegna livir sítt egna lív, stýrt úr Havnini.

Skulu vit í heila tikið gera okkum nakra vón um at byggja upp virksemi og møguleikar, sum vaksa úr okkara jørðildi, eftir í so nógv ár at hava verið rakt av brain-drain?

Tí tey allarflestu av teimum vit eru uppvaksin saman við sóu sær lítlan møguleika at vinna sær eydnuna góða her, sum arbeiðs og vinnumøguleikarnir vóru sera avmarkaðir, bæði sum sjálvstøðugur og sum starvssettur.

Skipan er sítt, og vit vita at kommunurnar her hava ikki ein livandi kjans at sammetast fyrisitingarliga við grannakommununa fyri norðan, Tórshavn.

Hugburður eitt annað. Hvønn mentalan virkishugburð vit borðreiða fyri okkara spírum, kann hava stóra ávirkan á hvar hugur teirra stendur, tá tíðin er komin at festa røtur. Og øvundin má mótarbeiðast, tí aloftast er tað so at onnur ikki fara illa, um tað gongst onkrum ávísum væl. Ting kunnu verða okay, eisini um tað er onkur lokalur, sum finnur uppá og setur í verk.

Sá eina grein hjá Ísaki Mikladal herfyri, har hann setur nakrar áhugaverdar spurningar um vitanarvøkstur í Klaksvík/Norðoyggjum. Sera áhugavert og beinrakið. Er man aftarlaga í Klaksvík, so er brekkan, so løgið tað ljóðar, brattari her á slættlendinum í Sandoynni. Og somikið størri takið at snúgva gongdini.

Men við fasta sambandinum hómast ein glotti, og ábyrgdin á kommununum at verja náttúru og bygdaløg, samstundis sum tær ikki gerast eitt haft um beinið á framtakssinnaðum borgarum og fyritøkum, er stór. Kanska ov stór til at tær megna leikin hvør sær.

Vit kunnu ikki byggja framtíðina á siðbundnar undirlutakenslur, men mugu stíga frí og fræls út í nýggja veruleikan, sum ein samstarvandi Sandoyggj, sum bjóðar restini av Føroyum á gátt. Viðhvørt í samstarvi, aðrar tíðir í kapping.

Tíðin har har vit innanhýsis í oynni brúka alla orku uppá vit og tit eigur at vera farin.

Vit hava skyldu at lyfta okkum sum ættarlið, og við vitanini leggja lunnar undir tað góða samfelagið, sum er spennandi, áhugavert og mennandi fyri ættarliðini sum koma skulu.

Tað er nú vit hava møguleikan at liggja fremst í fylking um tíggju ár, men kravið er óbundin hugsan, og at kommunurnar og fólkið spæla við, heldur enn ímóti.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo