

Wifi er í ferð við eina risa uppstigan. Standardurin mennist alla tíðina, og sjálvt um vit fingu Wi-Fi 6 í 2019, verður sagt um nýggja Wi-Fi 6E at hetta er «størsta uppstigan av Wi-Fi-standardinum í 20 ár», skrivar Tek.no.
Orðini eigur marknaðarstjórin Kevin Robinson í Wi-Fi-Alliance.
Munurin er millum annað, har dagsins wifi-eindir tosa saman við antin 2,4 GHz- ella 5 GHz-bandið, fer Wi-Fi 6E eisini at taka móti signalum frá 6 GHz-bandinum.
The Verge sigur hetta er sum at «uppstiga títt tráðleysa netverk frá at hava ein tvey-sporaðan veg til at gerast ein átta-sporaður motorvegur.»
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo