– Hetta er ein søgulig vika, segði aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, á tíðindafundi í Brússel í dag.
Á tíðindafundinum boðaði aðalskrivarin frá at Finnland gerst limur í Nato týsdagin.
- Tað fer at gera Finnland tryggari, og tað ger eisini Svøríki tryggari, segði hann.
Finska flaggið fer í morgin at veittra fyri fyrstu ferð uttanfyri Nato-bygningin, og Finnland gerst Narto-limur undir hátíðarhaldi.
Finnland verður sostatt 31. limalandið í Nato, skrivar norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo