Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nes kommuna: Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Skákið. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og fyri Skákið undirskrivaði Høgni Petersen, stjóri.

Í summar bjóðaði Nes kommuna út lendið við Regnavegin, beint sunnan fyri Svangaskarð, á leið 8.800 m2, alment til sølu til íbúðarbygging.

Sp/f Skákið við Høgna Petersen o. fl., Saltnes, vístu áhuga. Eftir samráðingar gjørdist greitt, at felagið ynskti at keypa lendið til íbúðarbygging og at byggja upp til 70 íbúðir í økinum.

Á bygdaráðsfundi í sept. varð samtykt at selja matrikkul 264i, áleið 8.800 m2, til Skákið, har treytað er, at kommunan eigur grótið. Eisini varð samtykt at taka av teirra tilboði um lessing og koyring av gróti oman í Oyrarnar, har grótið verður brúkt til grótverjuna, sum verður longd umleið 180 metrar norður móti Saltsøluni.

Nes kommuna metir, at hetta eru tvær spennandi verkætlanir. Við longdari grótverju fæst kyrra í Oyrahavnina og leggur lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar- og trivnaðarøki.

Seinastu tvey árini eru fleiri íbúðarbyggingar gjørdar í kommununi. Nes kommuna fegnast eisini um, at tað framvegis eru íleggjarar, sum hava áhuga og vilja at gera íløgur í eina nýggja íbúðarbygging í okkara øki, sum við Eysturoyartunnlinum er vorðið partur av miðstaðarøkinum í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo