Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Føroya Fólkaháskuli: Seinastu fimm vikurnar hevur Tom Egelund, konservator, arbeitt við at seta illa farna freskuna í durinum á háskúlanum í stand.

“Freskomálningurin, ið Hans Hansen málaði í 1961 er eitt eindømi í føroyskari listasøgu. Talan er um eitt serføroyskt stórverk eftir einum av føroya størstu listamálarum.

Myndaevnini á freskomálninginum eru serføroysk. Tey vísa m.a. føroyska bátin, neyst, haga og seyð. Freskomálningar, sum vit serliga kenna frá italiensku renessansuni, eru ikki nógvar í tali í Føroyum, og hetta man vera tann størsti freskomálningur í øllum landinum.” Sitat Anna Maria Dam Ziska, can.mag. í listasøgu.

Í nógv ár hevur listaverkið verið í ringum standi, við graffiti, rivum og mislitingum. Nú Føroya Fólkaháskúli av álvara profilerar seg sum listaskúla, er tað ótrúliga gleðiligt at stuðul er fingin til vega frá Føroya Lærugrunn og Hiddenfjord, soleiðis at til ber at seta hann í stand. Øll, sum koma til Háskúlan verða nú møtt av listaverkinum í innkomuhøllini.

Tað er Tom Egelund frá Nordisk Konservering – mest kendur sum hann, ið stóð fyri arbeiðinum við altartalvuni í Chrstianskirkjuni – sum hevur restaurerað listaverkið.

Fyrst í komandi ár, tá innkomuhøllin eisini hevur fingið nýggjan dám, verður móttøka har almenningurin verður bjóðaður at síggja freskuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo