Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í februar kann ein sonn flóðalda av verkføllum fara at raka Stórabretland. Fakfeløgini hava ikki fingið nakra tilsøgn um at krøvini um stórar lønarhækkingar verða eftirlíkað, og tí er væntandi, at næsta vápnið, verkfallið, veðrur tikið í brúk.

Forsætisráðharrin, Rishi Sunak, hevur higartil ikki viljað slaka, væl vitandi at hægri lønir til alt frá sjúkrasystrum til tokførarar og lærarar fer at vera steinur omaná byrðu hjá tí longu framman undan hart kroysta búskapinum.

Verkføllini í 2022 gjørdu, at fleiri arbeiðsdagar fóru fyri skeyti enn nakrantíð seinastu 30 árini, vísa tøl frá bretsku hagstovuni.

Inflatiónin rakti í oktobur í fjør metið uppá 11,1%, sum er tað mesta í 41 ár. Síðani tá er hon komin niður á 10%, men kortini hava nógvar familjur sera trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Kirkjur um alt landið eru gjørdar um til hitastovur og matbankar, so tey illa støddu ikki skulu velja ímillum at vera køld ella svang. BBC hevur lagt matuppskriftir á heimasíðuna, har til ber at gera eina máltíð fyri minni enn eitt pund.

Bretski búskapurin stríðist eisini við bygnaðarligar trupulleikar, tí samstundis sum hendur mangla á arbeiðsmarknaðinum eru trupulleikar at sleppa av við vørurnar til útflunings vegna Brexit og rentuútreiðslurnar hjá statinum vaksa við risafetum.

Í desembur lænti staturin yvir 27 milliardir pund til tess at hjálpa teimum veikastu húsarhaldunum at gjlda fyri el og hita, og staturin hevur ikki skyldað meira síðani 1993.

kelda: Jyllandsposturin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo