Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í dag hevur ein starvsfólkabólkur í Stórbilum keypt felagið frá John Olsen. Felagið hevur stórar ætlanir fyri framman, og kundin skal rokna við fleiri nýggjum og nútímans tænastum.

Stjóri í felagnum er Páll Rói Poulsen, og er hann ein av fimm, ið hava keypt felagið.

- Vit hava eitt sterkt toymi og vit veita sera góðar vørur og tænastur. Farið verður undir at flyta í størri og meira nútímanshóskandi hølir, og hetta fer kundin at merkja á jaligan hátt.

Stórbilar eiga ein bygning á Rituvíkarhálsi, sum farið verður undir at nútímansgera, so at felagið kann flyta úr Hvalvík til Rituvíkar.

- Tað er ongin loyna, at við Eysturoyartunlinum, flyta vit okkum nærri meginøkinum, og tað er ein fyrimunur fyri kundar okkara, sigur Páll Rói.

Stórbilar eru best kendir fyri at umboða Volvo og Renault lastbilar. Men Stórbilar hava eisini onnur umboð: Meiller Kipper, MB Crusher og Irizar.

Harumframt hevur Stórbilar eitt verkstað í serflokki.

- Vit hava serstakliga dugnalig fólk, sum hava drúgvar royndir, bæði í Føroyum og í útlandinum og tað er eitt mál hjá okkum, at veita ta bestu tænastuna.

Fakta:
Stovnað: 2011
Umboð: Volvo Truck Denmark, Renault Trucks, Meiller Kipper, MB Crusher og Irizar
Starvsfólk: 8 ársverk
Heimstaður: Hvalvík (verður flutt til Rituvíkarháls)
Samband: www.storbilar.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo