Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroya Stiftsstjórn: Hoyvíkar kirkja var mestsum fullsett sunnukvøldið 13. mars, tá skipað varð fyri stuðulskonsert fyri flóttafólk úr Ukraina.

Byrjað varð við bøn fyri flóttafólki úr Ukraina, og sálmurin “Kom friður av himni”, sum Louis Zachariasen yrkti, og Knút Olsen smíðaði lag til, varð sungin sum felagssálmur.

Tey, ið framførdu vóru: Anna & Angelika, Silvitni, Jens Marni, SWAY og Lena Anderssen. Tey komu øll sera væl frá uppgávuni!

Talan var um eitt serligt huglag í kirkjuni, og tær nýggju veggjapláturnar, ið so at siga eru gjørdar til sang og tónleik, og nýggja urgan, ið enn bert er hálvliðug, gjørdu mun.

Men tað merktist eisini, at fólk vilja gera mun og eru merkt av krígnum í Evropa.

Høvi var hjá fólki at lata eitt oyra, og Kiwanis Rósan læt kr. 10.000 sum byrjanarpening í hesi innsavning. Tilsamans vóru meira enn kr. 56.000,. savnaðar inn til Reyða Kross og arbeiðið fyri ukrainska fólkið. Hetta var tó bert fyribilstal, tí fólk hava eisini høvi at flyta pening á 6460 4946954 – viðmerkt Ukraina.

Torfinn Højgaard, næstformaður í Reyða Krossi Føroya, takkaði fyri stuðulin og greiddi frá arbeiði teirra.

Endað varð við felagssálminum “Boðar tú til allar tjóðir” og Faðirvár.

Samanumtikið var talan um eitt sera væleydnað kvøld við tónleiki á sera høgum støði, ið av sonnum gav fólki eina serliga uppliving.

Takk øll, tit, ið gjørdu tiltakið møguligt!!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo