Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Nú stundar aftur móti árligu Menningarnóttini í Reykjavík, har býurin er um at kóka yvir av mentan, veitslulagi og fólki í góðum lag. Tey seinastu árini hava talrík føroysk listafólk verið á palli í Reykjavík sum partur av mentanarnáttini, og í ár verður føroyska luttøkan enn størri enn vanligt.

Sum vant skipar Sendistova Føroya, saman við Tórshavnar kommunu sum er vinarbýur Reykjavíkar, fyri tveimum tiltøkum á mentanarnáttini – eitt á sjálvari sendistovuni og hitt í Hørpuni.

Tiltakið á Sendistovu Føroyar byrjar kl. 13, har verður borðreitt við føroyskum mati, Elinborg spælir nøkur løg og Gallarí Havnará sýnir list við Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn og Bárði Dal Christiansen. Síðani verður verður føroysk konsert í Hørpu (Kaldalón) við Knút, Elinborg og RSP.

Tiltakið í Hørpuni byrjar kl. 15.10. Eftir konsertirnar verður heimildarmyndin Heartist sýnd. Skráin fyri føroyska partin av mentanarnáttini sæst her

Hóast sjálv Menningarnóttin er leygardagin 24. august, so verður føroysk mentan eisini á skrá dagin eftir. Sunnudagin kl. 16 skipar Norræna Húsið í samstarvið við Sendistovu Føroya fyri rithøvundakvøldi, har íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmunsson hevur samrøðu við føroyska rithøvundin Carl Johan Jensen um lív og verk hansara. Samrøðan verður á íslendskum.

Sunnukvøldið verður eisini møguleiki at hoyra føroysku tónleikararnar aftur, tá Elinborg, Knút og RSP trína á pall á kenda spælistaðnum Gaukurinn (www.gaukurinn.is).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo