



Sjónvarpsverturin Tucker Carlson slepti í hesi vikuni eini "bumbu” í sínum vælumtókta talkshow á konservativu rásini Fox News.
Ein “avdúking”, sum sambært honum sjálvum prógvar, at tað, okkum er sagt um stormingina av Kongressini í USA 6. januar 2021, er lygn.
Øðimikla álopið á sjálvt amerikanska demokratiið var ”fyri tað mesta eitt friðarligt kaos”, speakaði Tucker Carlson yvir vakmyndirnar, sum ikki fyrr hava verið vístar almenninginum.
Talan var ikki um uppreistur, ongan ófrið, helt hann. Bert friðarligir turistar við undantaki av nøkrum fáum óvættum.
Og beinanvegin eftir sendingina var frøði millum tey á uttasta høgraveinginum á sosialu miðlunum. Her var prógvið, fleiri av teimum høvdu bíðað eftir, og fyrrverandi forsetin Donald Trump kravdi at øll, sum eru dømd ella ákærd fyri sín leiklut í stormingini, verða reinsað og leyslatin í stundini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo