Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Kirkjuliga Heimamissiónin: Í vikuskiftinum skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri stórmøtum í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Høvuðstalari er Johnn Hardang úr Noregi og væntandi luttaka fleiri hundraðtals fólk úr øllum landinum.

Endamálið við øllum vikuskiftinum er at boða kristna gleðiboðskapin um Jesus Kristus, sum ger alt nýtt. Høvuðstiltøkini eru stórmøti hvørt kvøld, har Johnn Hardang talar. Johnn arbeiðir sum útvarpsprestur á P7 Kristen Riksradio, og hevur áður verður rektari á Bildøy Bibelskole. Øll kvøldini verður skipað fyri barnaansing fyri børn undir skúlaaldri.

Eisini eru serlig “hitt” fyri børn, juniorar (11-14) og ung. Juniorhittið verður í nýggju skúlaauluni fríggjakvøldið kl. 19:30. Ungdómshittið verður leygarkvøldið kl. 22:00, har fløguaktuelli Heðin Askham syngur. Og Simbahittið fyri barnafamiljur verður sunnudagin kl. 14:30, har serligt fokus verður á Sat-7 Kids, sum er ein kristilig sjónvarpsrás í Miðeystri, ið Heimamissiónin samstarvar við. Her verður eisini høvi at stuðla “My School”, sum er skúlafrálæra via sjónvarp til sýrisk børn í flóttafólkalegum. Eitt felags barnakór úr Vágum syngur eisini.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Stórmøtini ’15!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo