Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sambært windy.com verður rakettveðrið brúkiligt gamlaárskvøld.

Sambært windy.com verður rakettveðrið brúkiligt gamlaárskvøld.

Tað verður mestsum samregn tað sum er eftir av degnum, og í kvøld brestur hann á av norði og tað kølnar so avfallið verður mest sum vátaslettingur. Vindmegin fer at liggja um 20 metrar um sekundið, í hvirlunum upp í 25 m/s.

Týsdagin minni vindur, sum frálíður 9-12 m/s, men framvegis kalt, um 3 stig og ælaveður.

Mikudagin og hósdagin, gamlaárskvøld ella nýggjársaftan, framvegis frískur vindur høgt og kalt, bert okkurt einstakt æli, helst sum vátaslettingur. Um náttverðatíð verður eitt sindur frískari vindur eina løtu, men um midnáttarleitið verður mestsum stilli, sum forsøgnin sær út nú.

Fríggjadagin og leygardagin verður eitt sindur lýggjari, 4-5 stig, og eisini frískari vindur, upp í ein strúk, ælaveður men eisini løtur við sól báðar dagarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo