Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Stórsligin konsert í Vestmanna kirkju mikukvøldið kl. 20.00

Á konsertini fara Tær 4 úr Frelsunarherinum í Havn, Magni Chrisiansen, Jens Marni Hansen og Vestmanna Kirkjukór at framføra.

Konsertin er startskotið til Bátastevnuna, sum verður um vikuskiftið – ein kundi sagt, at konsertin leggur lunnar undir Bátastevnuna 2022.

Vestmanna Kirkjukór, sum skipar fyri konsertini, fer at framføra einsamalt, men eisini saman við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar.

Somuleiðis fer Jens Marni Hansen á sín serstaka hátt at syngja saman við Vestmanna kirkjukóri.

Konsertin verður mikukvøldið klokkan 20.00 og ókeypis.

Øll eru væl komin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo