Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hátíðarhald verður í Kollafirði leygardagin 29. oktober 2016 í sambandi við, at arbeiðið við at leggja nýggjar bátabrúgvar út er liðugt, og at nýggi dagstovnurin í Kollafirði verður tikin í brúk.

Skráin er soleiðis, at klokkan 10 um morgunin verða nýggju bátabrúgvarnar tiknar í nýtslu. Um veðrið er til vildar sigla bátar ein stuttan túr. Á odda siglir Arngrím Petersen, ein av elstu monnum í bygdini, og aktivur í Bátafelagnum.

Við umborð hjá Arngrími verða Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum klippir snórin, og Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini, og umboð fyri staðbundnu nevndina Jákup Dam, siga nøkur orð.

Aftaná verður morgundrekka í Bjargingarhúsinum.

Klokkan 11.30 letur nýggj dagsstovnurin í Kollafirði upp. Borgarstjórin bjóðar vælkomin. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, Jákup Dam, umboðandi staðbundnu nevndina, og Connie Lassen, leiðari á nýggja dagstovninum siga nøkur orð.

Neyvari skrá verður lýst seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo