At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í desember í ár, skipar 6. flokkur í Sørvágs Skúla, teirra foreldur og lærarir, fyri stórum jólatiltaki á Flúgvarabedingini við Vatnið.

Tiltakið, sum hevur fingið heitið “Jól við Vatnið”, verður kl. 17.00, besta dagin til veður eftir 15. desember. Júst hvønn dag tað verður, verður lýst seinni.

Tiltakið er ætlað øllum børnum og familjum í Vágum, og eru øll onnur eisini hjartaliga vælkomin.

Sum sagt, so byrjar tiltakið kl. 17.00, tá jólabátarnir loysa frá Bøsdalsfossi og seta kósina ímóti flúgvarabedingini. Meðan hesir vælskrýddu bátar sigla ímóti landi, verður live jólatónleikur framførdur á pallinum, samstundis sum børn og foreldur, bjóða kaffi og vaflir, og pylsir og sunkist til øll, sum eru komin at njóta hesa løtu. Tá jólabátarnir leggja at, syngja øll sum eru møtt upp, ein vakran jólasang fyri jólamonnunum.

Tá jólamenninir eru komnir uppá land, bjóðar borgarstjórin í Sørvágs Kommunu, Aime Jacobsen jólamonnunum vælkomnar og høvuðsjólamaðurin takkar fyri, og syngja teir tveir stuttligar jólasangir, saman við øllum børnunum.

Síðani syngur 6. flokkur teirra nýggja jólasang, sum tey hava innspælt í studio nýliga.

Meðan tiltakið verður, ber til at hugna sær og njóta kaffi, vaflir, pylsir o.a. gott.

Løtan endar við at øll syngja Gleðilig Jól og jólamenninir deila jólapakka út til øll tey børnini, sum eru møtt upp.

Tað er 6. flokkur í Sørvágs Skúla, sum stendur fyri hesum tiltakinum. Um miðjan november geva tey eina fløgu út, við 6 sangum, sum tey hava sungið inn. Til ber at hoyra 6. flokk syngja teirra nýggja jólasang á hesum tiltakinum, og til ber eisini at ogna sær hesa fløgu niðri á Flúgvarabedingini.

6. flokkur í Sørvágs Skúla, teirra foreldur, teirra lærarar og Sørvágs Kommuna, ynskja øllum at vera hjartaliga vælkomin til “Jól við Vatnið”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo