Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 16. oktober verður stórt tónleika tiltak á Ljósfestini í Vági. Byrjað verður kl. 16.00 í tjaldinum hjá kommununi, har Uni Debess, Trónd og Lív og Poul Hammer spæla tónleik til klokkan nærkast 18.00.

Kl. 18.30 fer Levi Mørk, formaður í Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu at heiðra mentafólkum, fyri serstak avrik gjøgnum tíðina.

Kl. 19.00 verður pallurin í miðbýnum tikin í nýtslu, har Robert McBirnie leggur fyri. Og hvønn tíma fram til miðnátt verður eitt nýtt tónleikanavn á pallinum.

Hetta leygarkvøldið fara hesi at trína á pallin, umframt Robert McBirnie:

Kl. 20.00 Hanus G Johansen
Kl. 21.00 Georg eystan á, Ronnie Nielsen og Rúna á Heygum
Kl. 22.00 Eyðun Nolsøe
Kl. 23.00 Ingi Poulsen og Danny Baldursson
Kl. 00.00 Hjarnar

Meðan tónleikur er á pallinum verða Gissur S. Patursson og Sonne Smith frásøgumenn. Eisini kemur Gissur at diska á kvøldinum.

Umframt tað er Leikaland og ein stór listaframsýning á skránni.

Sostatt er lagt upp til ein tónleikaríkan leygardag í Vági, sum byrjar kl. 16.00 0g endar við hittunum hjá Hjarnar kl. 01.00. Eftir tónleikin í miðbýnum er høvi at leggja leiðina til Jugga, har livandi tónleikur er frá kl. 00.00 til 04.00.

Tilber at lesa alla skránna á Ljósfestini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo