Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Eftir mong og drúgv samráðingarumfør síðan í fjør, sum endaðu hesa vikuna í London, ásannaðu Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg, at grundarlag var ikki fyri at halda fram við samráðingunum um at býta makrelstovnin sínámillum fyri 2023.

Bretski formansskapurin, sum hevði sett sum freist 31. mars í ár fyri einari semju um makrelbýtið fyri 2023, handaði formansskapin til Ísland eftir semju millum øll strandarlondini.

Eftir ætlan verða samráðingarnar millum strandarlondini tiknar upp aftur í London í september mánaði í ár, og verða tær um at býta makrelstovnin fyri 2024 og komandi árini.

Tískil fer Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins at áseta endaligu makrelkvotuna hjá Føroyum fyri 2023 í næstu framtíð og í seinasta lagi í mai mánaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo