Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ferjurnar hjá strandferðsluni eru gamlar og ótíðarhóskandi. Støðan er als ikki nøktandi, og tí legði Tjóðveldi fram uppskot um at fáa endurnýggjað strandfaraflotan – samgongan ætlar tíverri at fella uppskotið.

Miðalaldurin á ferjunum hjá Strandferðsluni nærkast teimum 40 og summi skip eru væl eldri. Tí hevur Tjóðveldi í fleiri umførum lagt fram uppskot um at endurnýggja strandfaraflotan. Greið ætlan er gjørd fyri tíð síðan, um hvussu hetta kann skipast.

Samgongan hevur tíverri útsett endurnýggjanina og ætlar ikki at seta eitt oyra av til endamálið fyrr enn í 2025. Tey siga seg samstundis vera ov upptikin av at skipa strandferðsluna sum alment partafelag, og arbeiða tí ikki við nakrari nýggjari ferju. Hetta kunnu vit ikki bjóða teimum siglandi.

“Seinastu árini eru ikki bara hundraðtals milliónir, men milliardir brúktar uppá at útbyggja vegakervið. Men oyggjarnar, sum hava sund og fjørð sum høvuðsæðr, mugu í flestu førum dúva uppá elligamlar ferjur. Samgongan hevur ikki sett eina krónu av á fíggjarkørmunum fyrr enn í 2025, til endurnýggjan av strandfaraflotanum. Tað er heilt einfalt ikki í lagi!” siga Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg, sum hava lagt uppskotið fyri tingið.

“Vit eiga alt fyri eitt at fara undir at byggja fleiri nýggjar ferjur, so Strandfaraflotin kann verða fluttur inn í nútíðina. Vit vóna inniliga, at samgongumeirlutin sær tørvin á at endurnýggja strandfaraskipini, soleiðis at fólk í útjaðaranum eisini kunnu fáa líkinda livikor og nútímans samband,” leggja tær báðar aftrat.

Uppskotið leggur upp til, at mann ger eina avtalu um at seta av 60-70 mió. krónur um árið yvir 5 til 6 ár, til at byggja fýra nýggjar ferjur. Samlaði íløgukarmurin hjá landinum liggur um eina hálva milliard árliga, so rúm eigur at vera fyri at raðfesta tey, sum í so mong ár hava ligið aftast í raðfestingini.

Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo