Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag hittast 50 lond fyri at samskipa stuðulin og hjálpina til Ukraina, men ósemja ímillum londini, serliga um týskt framleiddar stríðsvognar, ger, at tað er óvist í løtuni hvat kemur burturúr.

Bæði Pólland og Finnland eru til reiðar at senda Leopard 2-stríðsvognarnar til Ukraina, men av tí at teir eru framleiddir í Týsklandi, so krevst týskt samtykki, og týskarar tøva.

Tíðindastovan Reuters skrivar, at týskarar vilja geva eftir, um so er at USA eftirlíkar einum ynski um at senda M1 Abrams, men tað hava amerikanarar higartil sagt vera ógjørligt av tekniskum ávum.

- Vit gera ongantíð nakað einsamallir, men saman við øðrum, og serliga saman við USA, sum hevur stóran týdning fyri at loysa hesa felags uppgávuna, segði Olaf Scholz, týskur samveldiskanslari herfyri.

Tey 50 londini hittast á amerikansku Ramstein herstøðini har suðri í Týsklandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo