Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er so nógv sum er skaðiligt fyri heilsuna. Tað vita vit. Og fleiri ferðir hava vit hoyrt ávaringina um ikki at brúka ov nógv salt, tí tað er skaðiligt fyri heilsuna.

Men kanska er tað tað uppaftur verri enn vit halda?!

Tí tann eyka nøgdin sum vit stroya yvir døgurðan, kann hava sera negativa ávirkan á heilsuna.

NRK skrivar, at í nýggjari kanning hava granskarar staðfest at fólk sum brúka nógv salt, eru í størri vanda at doyggja fyrr.

Kanningin er almannakunngjørd í European Heart Journal.

Granskararnir hava brúkt heilsudátu frá 500.000 bretum í vaksnum aldri. Fylgt var við teimum í níggju ár.

Via digitalt spurnablað skuldu luttakararnir uppgeva egna saltnýtslu.

Og sambært nýggju kanningini er úrslitið at bæði menn og kvinnur, sum dáma í so væl saltan mat, eru í størri vanda at doyggja fyrr. Fyri menn í 50-árunum tosa vit um 2,3 ár og fyri kvinnur er talið 1,5, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo