Kringvarpið: Sum nú er, verða 1,5 milliónir krónur latnar til kommunurnar at geva kunningarstovunum. Men frá 1. januar 2019 verður eingin stuðul latin.
Tá kunnu kommunurnar søkja um pening úr eini pulju á tvær milliónir krónur tilsamans, sum er ætlað vinnuligum og kommunalum ætlanum hjá kommununum.
Aimé Jacobsen, sum er borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sigur, at tað er ein trupulleiki, at kunningarstovurnar missa tann stuðulin, sigur borgarstjórin við Kringvarpið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo