Tú veitst, at tú eldist, tá føðingardagsljósini kosta meira enn lagkøkan
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg eri staddur í Tallinn í Estlandi, og her er kríggið í Ukraina ikki nakað, sum hendir langt burturi.

Allastaðni eru ukrainsk fløgg, og uttanfyri almennar bygninar veittrar ukrainska flaggið ofta undir liðini á tí estiska. Moralski stuðulin er totalur. Og samstundis sum estiski staturin stuðlar Ukraina so væl hann kann fíggjarliga, eru eisini innsavningar millum privatfólk.

Hví?

Tí estar vita, hvat stendur uppá spæl. Eins og Ukraina fekk Estland sítt frælsi, tá Sovjett datt saman fyri 30 árum síðani. Fyri hesi fólkini er persónligt frælsi heilt ítøkiligt. Tey kenna á egnum kroppi munin millum einaræði og fólkaræði. Tey vita, at Putin hatar teirra frælsi og helt tað verða ”størstu vanlukku í 20. øld” at tey fingu tað. Tey vita, at vóru tey ikki limir í NATO, hevði Putin lagt á tey heldur enn á ta stóra Ukraina. Men tey vita eisini, at tey kortini standa fremst fyri, um hóttanirnar frá Putin um stórkríggj – møguligt atomkríggj - verða veruleiki.

Í Estlandi vita fólk, at Ukraina má vinna; at ukrainar stríðast vegna okkum øll.

Føroyar
Tá mann tosar við fólk her, slepst ikki undan at hugsa um okkara støðu í Føroyum.

Lat meg fyrst gera eitt greitt: Eingin skal spæla heilagur her. Tað ER eitt trade-off millum at gera tað, sum er moralskt rætt, og tað, sum kastar pengar av sær ella loysir seg á annan hátt. Tá tað verður øgiliga dýrt at halda seg til moralin, hava vit lyndi til at offra hann. Sum persónar, sum fyritøkur, sum lond.

Men í stríðnum móti Putin hava landsstýrið og samgongan vegna Føroya fólk valt, at EINGIN vekt skal leggjast í ta moralsku vágskálina. Ja, vit brúka onga vágskál yvirhøvur.

Politiskt skulu vit gera tað, sum loysir seg fíggjarliga. Einki annað. Samgongan hevur við lóg ásett, at einki skal setast í verk móti Russlandi, sum kostar okkum eina krónu. Tað, sum er gjørt kortini, hava privatar fyritøkur sjálvar sett í verk.

Russlandssáttmálin
At eingin vágskál er sæst, nú nýggjur fiskivinnusáttmáli skal gerast við Russland.

Einaferð enn: Sjálvandi hava pengar týdning. Og stóru íløgurnar, sum júst eru gjørdar í skip, sum fiska í Barentshavinum, kunnu ikki ignorerast.

Men bæði virdir serfrøðingar og almennir stovnar sáa iva um, hvørt sáttmálin við Russland, tá alt verður tikið við, yvirhøvur er til fíggjarligan fyrimun fyri Føroyar.

Sambært Búskaparráðnum er virðið á tí, vit fiska í Russlandi, og tí, russar fiska hjá okkum, á leið tað sama. Men tá eru til dømis oljuútreiðslurnar ikki tiknar við. Og tað er jú sera langt at sigla.

Og eingin hevur kunnað afturvíst teimum tølum tølum, sum Árni Dam hevur lagt fram, og sum siga, at landsbúskaparliga er talan um stórt undirskot fyri Føroyar.

(Í einum svari á FB til Árna Dam greiðir Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur á Setrinum, frá, at hansara samrøða um hetta við D&V var nógv klipt, og tað skilst, at teir í veruleikanum helst ikki eru so ósamdir. Ellefsen sigur t.d. at ”tað finnur búskapurin nokk útav at laga seg til, so føroyingar generelt ikki koma at merkja missin. Um enn tey trý reiðaríini koma at merkja tað uppá stutt sikt.”)

Við øðrum orðum: Fáa hesi reiðarí í staðin rættin til tann fisk, russar fiska hjá okkum, verður tað heldur ikki nakar missur fyri tey og teirra manningar í longdini.

Harumframt sigur Vørn – landsstýrisins egni stovnur – at efirlitið við russisku skipunum, sum fiska í føroyskum sjógvi, als ikki er nøktandi. Altso: Tað kann vera, at tey fiska nógv meira, enn tey hava rætt til.

Eg veit ikki, hvat er upp og niður. Men er hetta rætt, er tað ørkymlandi. Tí so er talan um vinning fyri Russland og tap fyri Føroyar, landsbúskaparliga sæð. Og so stuðla vit í veruleikanum Russlandi fíggjarliga.

(Og so eru tvey viðurskifti afturat: Eitt er tað, sum á fíggjarmálið rópast ”reputational damage” – altso tann prísur, sum eitt ringt umdømi kann hava við sær fyri Føroyar – til dømis alivinnuna. Eitt annað er, at Russland kann tveita okkum út úr Barentshavinum frá degi til dags. Men hetta eru viðurskifti, sum eru nærum ómøgulig at meta um).

Útrætt hond
Hóast Javnaðarflokkurin er misnøgdur við landsstýrisins støðu í samandi við kríggið, hevur hann, í sambandi við russlandssáttmálan, rætt hondina fram.

”Latið okkum steðga á”, eru boðini til landsstýrið. Hvør skal siga: Latið okkum ikki gera nýggja avtalu við Russland í blindum. Latið okkum ið hvussu er fáa vissu fyri, hvørjar avleiðingarnar, samlað sæð, eru fyri føroyska búskapin. Latið okkum vita hvat tað er, vit gera. Og so – kanska – gera tað rætta í felag og í semju.

Men landsstýrið vil ikki steðga á.

Útrætta hondin verður ikki tikin.

Tá fjølmiðlar spyrja, hvussu fíggjarliga roknistykki hjá landsstýrinum sær út, noktar landsstýrið at leggja nakað fram.

Tað, sum t.d. Vørn sigur, verður kveistrað til viks.

Avtalan skal bara gerast. Her og nú.

Ein grundgeving er, at Norra eisini samstarvar við Russland um fiskarí. Men tað kann altso ikki samanberast. Norra og Russland umsita sama øki. Sama hav. Sama fisk. Norra hevur einki val.

At onnur europeisk lond keypa gass úr Russlandi, kann heldur ikki samanberast. Tey hava í løtuni einki annað val, men gera alt, tey kunnu, fyri at leggja um.

Vit hava eitt val.

Perspektivið
Farnu dagarnar hava ukrainar – takkað verið hjálp úr Vesturheiminum – gjørt stór framstig á hermótinum.

Men í einum kríggi er lítið at fegnast um.

Í økjum, sum ukrainar hava vunnið aftur, verða í hesum døgum hópgravir latnar upp. Stinkurin av líkum breiðir seg um bygdir og býir.

300.000 nýggir russiskir soldatar verða nú kallaðir inn, og skulu sendast á hermótið. Nógvir teirra fara at enda sum kanónføði. Men tað hevur líka lítlan týdning fyri Putin, sum teir umleið 80.000 russisku soldatarnir, sum higartil eru deyðir ella særdir.

Og samstundis hóttir Putin vesturheimin við atomkríggi.

Tað er tað, vit hava við at gera. Eitt brutalt og mannvánt stýri.

Men landsstýrið og samgongan hava eingi sum helst ivamál, tá tað snýr seg um at samstarva við hetta stýri. Sagt verður bara lakoniskt, at ”tað er altíð kríggj onkustaðni í heiminum”.

Sjónarmiðini um, at samstarvið við Russland gevur landsbúskaparligt undirskot, eru skeiv, sigur sama landsstýrið. Men hví tey eru skeiv, vil mann ikki siga.

Hetta er ikki í lagi.

Landsstýrið má greiða frá, hvørjar yvirskipaðar, fíggjarligar fyrimunir Føroyar fáa av at gera hesa avaluna við Russland.

Landsstýrið má jú hava prógv fyri hesum fyrimunum. At avtalan verður gjørd uttan slík prógv, er jú óhugsandi. 

Ella hvat…?

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo