Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið: Sum partur av verðurlagspolitikkinum, fer landsstýrið at stuðla niðurtøku og burturbeining av oljufýrum.

1,5 mió. kr. eru settar av í fíggjarlógaruppskotinum til hesa stuðulsskipan.

Skipanin verður sett í verk í 2023

Endamálið er, at stuðulin til niðurtøku av oljufýrum, saman við mvg-afturbering til hitapumpur, skal skunda undir, at enn fleiri velja at leggja um til grønar hitaloysnir.

Tað verður Umhvørvisstovan, sum kemur at umsita stuðulsskipanina.

Í ár verður eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um at banna oljufýrum í nýggjum húsum.

Skotið verður upp,  at bannið verður galdandi frá 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo