Tú veitst, at tú eldist, tá føðingardagsljósini kosta meira enn lagkøkan
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir nú møguleikan at søkja um miðlastuðul til ávikavist lønir og verkætlanir. Verkætlanir kunnu eitt nú fevna um greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a., ið tíðindamiðlar framleiða við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.

Á fíggjarlógini eru tvær mió. kr. settar av til miðlastuðulin. Av hesum verða 70 % svarandi til 1,4 mió. kr., brúkt til verkætlanarstuðul. Í vár vórðu 1.080.643,26 kr. býttar út, og eftir til hetta seinna verkætlanarstuðulsumfar eru 319.356,74 kr.

30 % av játtanini, svarandi til 600 tús. kr., verða brúkt til lønarstuðul, grundað á skjalprógvaðar lønarútreiðslur.

Freistin at søkja lønarstuðul og verkætlanarstuðul er mánadagin 17. oktobur 2022 kl. 12.00.

Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til ávikavist lønir og verkætlanir-heyst 2022, sum liggja á heimasíðu Uttanríkis- og mentamálaráðsins, og sum kunnu takast niður her. Sambært lógini er tað Miðlastuðulsnevndin, ið tekur endaligar avgerðir um miðlastuðul.

Víst verður eisini til lóg um miðlastuðul: https://logir.fo/Logtingslog/35-fra-31-03-2017-midlastudul og til kunngerð um miðlastuðul til verkætlanir: https://logir.fo/Kunngerd/1-fra-23-12-2021-um-midlastudul-til-verkaetlanir

Umsóknir skulu sendast til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella um teldupost til midlastudul@ummr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo