Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

2 føst størv sum námsfrøðingur ella hjálparfólk eru leys at seta frá 1. august 2024 at rokna:
Størvini eru við setanarbroti 0,70 og 0,49.

Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í innskúlingini og miðdeildini.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, samstarvshugaðir og nærlagdir. Teir skulu taka ábyrgd og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul í skúla.

Setanar- og starvsøkið er Skúlin á Giljanesi. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 07:45 til millum kl. 11.30 og 16.00.

Lønar-  og setanartreytir:
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Barnaváttan krevst.

Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um størvini frá hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.

Um skúlan:
Umleið 300 næmingar ganga í skúlanum á Giljanesi. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo