Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Styrkisambandið: Virknishøllin í Finsen í Havn er leygar- og sunnudagin karmur um kappingar í styrkilyfting og vektlyfting. Styrkilyfting er leygardagin kl 13:00. Vektlyfting er sunnudagin kl 12:00, menn og kl 13:30, kvinnur. 

Styrkilyfting inniheldur tríggjar greinar: Bonkpress, beinbend og rættstøðulyft. Kappast verður í ipf-gl-frymlinum. Vektlyfting inniheldur tvær greinar: Trekk og stoyt. Kappast verður í sinclair frymlinum.

Møguleiki er at seta met í báðum kappingunum. Galdandi met og lyft í undanfarnum kappingum kunnu síggjast á www.styrkisamband.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo