Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur raðfest fiskiveiðieftirlit í uppskotinum til fíggjarlóg 2023, sum er lagt fyri Løgtingið.

Í uppskotinum er játtanin til Vørn og fiskiveiðieftirlit hækkað við tveimum milliónum krónum.

Vørn hevur eftirlit við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi, og føroyskum fiskiskipum, sum fiska uttan fyri føroyskan sjógv. Stovnurin hevur somuleiðis eftirlit við landingum og umskipingum av veiði í føroyskum havnum.

Ein størri játtan styrkir fiskiveiðieftirlitið. Tað fer at geva rúmari møguleikar at brúka eygleiðarar umborð á fiskiskipum, sum royna í føroyskum sjógvi, og fer at betra um eftirlitið við umskipingum og landingum í føroyskum havnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo