Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiska ávirkanin á afrikanska kontinentinum veksur alsamt, og sæst ikki minst aftur í hesum døgum, nú ein stór hernaðarvenjing verður hildin í Indiska havinum har Suðurafrika er vertur.

Umframt Russland er Kina eisini við í venjingini. Russiska herskipið Admiral Gorshkov (myndin) er við í venjingini. Skipið er sera framkomið og hevur eitt nú sonevndar hypersoniskar rakettir sum kunnu flúgva fimm ferðir skjótari enn ljóðið ferðast og røkka yvir 1.000 kilometrar.

Bæði ES, USA og Ukraina hava funnist at Suðurafrika fyri at leggja hav til venjingina og eisini vera vertur, men Suðurafrika, sum annars hevur nógvan samhandil við vesturheimin, hevur konsekvent noktað fyri at taka frástøðu frá Russlandi og krígnum í Ukraina. Suðurafrika var eisini eitt av teimum 35 londunum, sum í mars í fjør ikki var við í ST yvirlýsingini sum fordømdi russisku innrásina í Ukraina.

Suðurafrikanski forsetin Cyril Ramaphosa úr flokkinum Afrikan National Congress (ANC) hevur enntá alment sagt, at tað er Nato sum er orsøkin til kríggið í Ukraina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo