Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Suðuroyar Sparikassi: Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár 2021 er 1.419 t.kr., sum er 859 t.kr. hægri enn fyrra hálvár 2020. Hetta er ein betring á uml. 150 %.

Eins og vónað, eru innlánini lækkaði - úr 778 mió. kr. í 721 mió. kr.

Útlánini eru lækkaði úr 567 mió. kr. fyrra hálvár 2020 niður í 538 mió. kr. fyrra hálvár 2021. Samstundis eru realkredittlánini økt við 27,5 mió. kr.

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa erstyrktur við 3,7 % stigum og er nú 21,4 %, meðan solvenstørvurin er 11,8 %.

Lógarkravið í 2025 er 19,2 %, sum merkir, at Suðuroyar Sparikassi longu í dag lýkur komandi minstukrøvini.

Suðuroyar Sparikassi hevur sera gott gjaldførið og LCR er 30. juni 2021 746 %, meðan tað sama tíðarskeið í fjør var 539 %.

Korona hevur als ikki havt eins stórar avleiðingar, ið vit óttaðust og hálvársúrslitið er ikki ávirkað neiligt av hesum.

Úrslitið er gott og harumframt er kurstapið í fjør áljóðandi -65 t.kr., í ár vent til ein kursvinning á 63 t.kr.

Niðurskrivingarnar eru øktar, men í dag eru tær á einum meira vanligum støði og svara til 0,2 % av útlánunum, meðan tær í 2020 í stóran mun vóru ávirkaðar av Koronu.

Samanumtikið hevur fyrra hálvár 2021 verið stak friðarligt og alt hevur gingið sum ætlað.

Suðuroyar Sparikassi væntar, at endaliga ársúrslitið 2021 verður 1.900 t.kr. fyri skatt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo