Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað var í 1986, at bróðir mín Hanus Vang og eg skrivaðu fýra greinir um at fáa landsverk at gera tunlar til Vágar, Klaksvíkar, Sandoynna og Suðuroynna. Víst var á, at við hóvligum arbeiðslagi kundi tann síðsti tunnilin verða liðugur í 2008. Fíggjast skuldi við veggjaldi, og høvdu vit borið okkum rætt at, høvdu suðuroyingar í skjótt fimtan ár livað sum ein samfingin partur av okkara samfelag.

Hesi ráð vórðu ikki fylgd
Nú er støðan tann, at politisku flokkarnir hava gjørt av, at suðuroyingar ongan tunnil skulu fáa fyrr enn um tíggju ár. Kristin Michelsen hevur arbeitt einsamallur fyri at fáa gongd á, men sjálvt um hann hevur hjálpt samgonguni í øllum málum, hevur hann fingið gráin tøkk. Nú valið er farið afturum, verður neyðug, at ein politisk semja verður gjørd um, at hendan verkætlanin verður framd innan fyri fýra ár.

Royndirnar hava víst, at tað er lætt at gera undirsjóvartunlar í Føroyum. Ein av okkara fremstu landmátarum, Jóannes í Dali, hevur gjørt eina skitsu, sum vísir at tað ber til at gera eina byrging frá Sandoynni til Skúgvoyar, og haðani ein tunnil til eystursíðuna av Stóru Dímun. Har kann eitt arbeiðspláss gerast við garðin og vegur til tunnilin eystanfyri. Úr Stóru Dímun verður farið fram til Sandvíkar.

Vit kunnu ikki bjóða suðuroyingum at vera ein forfjónaður partur av okkara samfelag ein dag longri enn neyðugt. Verðin er stór, og tað eru nógv altjóða byggifeløg, sum dag um dag leita eftir nýggjum verkætlanum. Vit eiga at nýta hetta høvið til at bjóða hesa verkætlan út. Tey áhugaðu fáa alt tilfarið og kunnu geva boð uppá, hvussu skjótt tær kunnu gera arbeiði, og hvør prísurin er.

Við hesi mannagongd er einki, ið forðar fyri, at tað verður koyrandi til Suðuroyar 2027.

Við sjálvstýriskvøðum

Zakarias Wang,
valevni Sjálvstýrisfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo