Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Frá vinstru: Sámal Lindenskov, Jógvan Trondesen Andreasen, Ragnar Hentze. Doru Tiberiu á Torvlaðnum er ikki á myndini, hann er staddur uttanlands.

Frá vinstru: Sámal Lindenskov, Jógvan Trondesen Andreasen, Ragnar Hentze. Doru Tiberiu á Torvlaðnum er ikki á myndini, hann er staddur uttanlands.

Frá vinstru: Sámal Lindenskov, Jógvan Trondesen Andreasen, Ragnar Hentze. Doru Tiberiu á Torvlaðnum er ikki á myndini, hann er staddur uttanlands.

Aðalfundurin var á matstovuni Barbara. 24 av limunum vóru møttir upp. Felagið hevur um 30 limir.

Formaðurin, Jógvan Trondesen Andreasen, bjóðaði vælkomin og greiddi síðani frá virkseminum farna árið. Felagið hevur seinasta árið, saman við Tórshavnar Havn og landingarmiðstøðini Barðið, megnað at bøtt munandi um karmarnar hjá útróðrarbátunum í Suðurstreymi.

Tórshavnar Havn hevur nú yvirtikið kranan hjá felagnum og arbeiðir nú við at flyta kranan til hóskiligari stað. Limirnir kunnu nú leiga seg inn í heilt nýrenoveraðan egningarskúr har teir bert leiga sín egna part – soleiðis eru nú 8 bátar sum hvør leiga seg inn í sama skúr. Hettar er nógv smidligari, pláss er blivið fyri nógv fleiri og loysnin er væl bíligari enn áður.

Aðrar ábøtur á allar egningarskúrarnar eru eisini avtalaðar við Tórshavnar Havn.

Í samstarvi við landingarmiðstøðina Barðið er nú komin skipan í lag har bátarnir kunnu landa bløðgaðan daggamlan fisk og sleppa útróðrarmenninr tí undan tí ofta sera arbeiðskrevjandi kryvjingini. Eisini kunnu limirnir nú selja sín fisk á meira smiðligan hátt; veiðan kan nú seljast bæði á Gólvuppboðsmarknaðinum (sum fyrr) og á Telefonuppboðssøluni alt eftir sum útróðrarmaðurin metir er skilabest.

Felagið hevur verið sera virkið í samskifti við mynduleikarnar um at bøta um korini hjá útróðrinum. Vit hava latið inn hoyringssvar í sambandi við lógar- og reglugerðir sum snúgva seg um okkara viðurskiftir. Í hesum virkinum hava vit havt tætt samstarv við onnur útróðrarfeløg kring landið.

Síðani var roknskapurin lagdur framm og vísti hann at felagið er munandi styrkt hettar seinasta árið.

Mest áhugaverda er helst at virðið á fiskinum sum limirnir hava selt, er økt ikki minni enn 66%. Orsøkin er ein samanrenning av at vit eru fleiri limir sum avreiða, væl betri fiskaprísum og kanska nakað batnaðum avreiðingarnøgdum.

So var nevndarval og skipaði nevndin seg beint eftir valið:

Jógvan Trondesen Andreasen, heldur fram sum formaður

Ragnar Hentze, heldur fram sum næstformaður

Sámal Lindenskov, nevndarlimur. Sámal er nývaldur og kemur í nevndina fyri Carl August Arge sum takkaði fyri seg eftir 10 ára nevndararbeiði.

Doru Tiberiu Á Torvlaðnum, heldur fram sum tiltakslimur.

Sum fastur siður so var ein góður 3 rætta døgverði havdur afurvið fundarviðgerðini. Matstovan Barabara fekk nógv góð orð fyri frammúr leskiligan mat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo