Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nývalda nevndini saman við fráfarandi formanni. F.v. Doru Tiberiu á Torvlaðnum, Jógvan T. Andreasen, Carl A. Arge, Ragnar Hentze og Mortan Johannesen.

Nývalda nevndini saman við fráfarandi formanni. F.v. Doru Tiberiu á Torvlaðnum, Jógvan T. Andreasen, Carl A. Arge, Ragnar Hentze og Mortan Johannesen.

Felagið hevur øll hesi árini arbeitt fyri at varðveita og betra um viðurskiftini hjá útróðrinum í Suðurstreymi - og eisini ofta um viðurskiftini hjá útróðrinum í øllum landinum sum heild.

- Felagið, sum møguliga er einasta aktiva útróðrarfelag í landinum, hevur omanfyri 20 limir, sigur skrivarin, Carl August Arge.

Nevndarval var hettar kvøldið. Nevndin skipaði seg sjálv beint eftir valið.

Mortan Johannesen, sum hevur verið formaður felagsins tey seinastu 15 árini, bar seg undan afturvali.

- Vit takka Mortan fyri langa og trúgva tænastu, sigur felagið.

Í nevndina komu Jógvan Trondesen Andreasen, formaður, Ragnar Hentze, næstformaður, Carl August Arge, skrivari og Doru Tiberiu á Torvlaðnum, nevndarlimur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo