Hevur tú hug at fáa grønari, heilsubetri, bíligari og stuttligari vana í gerandisdegnum? So súkkla til arbeiðis í september.
Tórshavnar kommuna skipar fyri átakinum “Súkkla til arbeiðis”. Endamálið er at fáa fólk til at lata bilin standa og ístaðin ferðast grønt.
Býir í øllum Evropa eggja í septembur fólki at ferðast grønari í gerandisdegnum. Fleiri smærri og størri broytingar kunnu gera, at fleiri ferðast grønt. Eitt nú kunnu arbeiðspláss gera umstøður til súkklur, vegir kunnu gerast súkkluvinarligir og súkkluskýli kunnu gerast við støð, har nógv fólk koma - so sum í miðbýnum, við handlar, í skúlum og við frítíðarstøð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo