Peningur fjalir nógvan býttleika
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Peningur fjalir nógvan býttleika
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Húsareynstunnilin hevur nú verið opin í skjótt eitt ár. Og saman við nýggja innkomuvegnum hevur tunnilin verið nógv brúktur, og hevur lætt um ferðslutrýstið longri niðri í býnum.

Ein partur av hesi ferðsluni eru eisini súkklur. Alsamt fleiri fólk brúka súkkluna, sum tí eisini verður ein alsamt vanligari partur av ferðslumyndini í kommununi.

Súkklur hava eisini atgongd til so at siga allar tunlar í landinum. Hetta tí súkklan eisini verður roknað sum ein partur av ferðsluni.

Einans Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin loyva ikki súkkling í tunlinum. Hetta eru undirsjóvartunlar við umleið 11 kilometra vegastrekkjum. Húsareynstunnilin er 1,8 kilometrar langur.

Húsareynstunnilin og havnarvegurin hava verið gjøgnum eina tilgongd, har súkklubreyt ikki bleiv partur av vegnum. Mett varð tá, at hetta hevði dýrkað verkætlanina so nógv, at hon møguliga hevði dottið niðurfyri.

Hinvegin bleiv einki avgjørt um, at súkklur og fólk til gongu ikki skuldu kunna brúka tunnilin.

Tað hevur verið ført fram, at Húsareynstunnilin er ein kommunalur tunnil, men ferðslulógin er galdandi fyri allar tunlar, og tað eru eisini aðrir tunlar í landinum, sum eru í somu kommunu. Tað er ivasamt, um tað er vandamiklari at súkkla í Húsareynstunlinum enn í til dømis Leirvíkartunlinum, sum hevur nøkulunda somu ferðslutøl, og sum er landsvegur og hevur eina hámarksferð uppá 80 km/t.

Sjálvandi hugsar Tórshavnar kommuna eisini um trygdina í Húsareynstunlinum, eins og í øllum ferðslukervinum sum heild.

Eitt nú finnast skipanir, sum sjálvvirkandi kunnu ávara bilførarar um, at súkklur ella fólk til gongu eru í tunlinum. Tað kann hugsast, at ein slík skipan í framtíðini verður gjørd í Húsareynstunlinum fyri at gera trygdina upp aftur betri.

Men avgerandi er, at øll ferðandi í tunlinum vísa neyðug atlit við t.d. at hava lyktir, endurskin og ljós klæðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #