Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ein maður sum gekk í fjøllunum í Vestmanna fann eina deyða súlu við vegjaðaran Norði á Fossunum.

Ein maður sum gekk í fjøllunum í Vestmanna fann eina deyða súlu við vegjaðaran Norði á Fossunum.

- Vit hava ikki varnast, at súlan er nakað øðrvísi enn hon plagar. 

Tað sigur Eddie Lauritsen í Mykinesi, tá VP fregnast.

Høvið er, at tey í Skúvoynni halda at óvanliga fáir skúgvar eru í oynni, og okkurt bendir á, at hann kanska er raktur av fuglakrími, eins og skúgvurin í Hetlandi. Har, í Hetlandi, er eisini nógv súla deyð av sjúkuni.

Onkur tekin hava verið, sum kundu bent á, at súlan í Føroyum kann vera rakt. Eitt nú sá ein maður sum gekk í fjøllunum í Norðstreymoy eina deyða súlu. Ein onnur lá deyð í Vestmannasundi. Vanliga verður sagt, at súla fer bert uppá land í Mykinesi, hóast hon kann vera at síggja á sjónum aðrastaðni eisini.

Men tey í Mykinesi halda ikki, at nakrar ábendingar eru um, at súlan er rakt av størri deyðiligheit enn vanligt.

- Súlan etur fisk og ikki annan fugl sum møguliga kann vera sjúkur, eins og skúgvurin ger, sigur Eddie Lauritsen. Hann heldur ikki, at nakað tekin er um, at súlan í Føroyum er sjúk av fuglakrími.

Ein maður sum gekk í fjøllunum í Vestmanna fann eina deyða súlu við vegjaðaran Norði á Fossunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo