

Summi birta ljós
Onnur køva
Nøkur orð køva
Nøkur orð kveikja
Lat ongan køva teg
Tínar hugsanir
Tínar ætlanir
Innast inni veitst tú longu hvat tú vilt
Flyt teg frá fólkum ið køva
At flyta seg frá støðum tú onki fært gjørt við er okay.
Ansa eftir tær sjálvum.
Orðið orsaka klingar tómt og missur virði tá ið tað verður sagt umaftur og umaftur - fylgt av sama framferðarhátti.
Træið
Træið stendur í ødn og í logn
Tær harðastu ødnirnar kunna koppa trænum
Fyri at bjarga trænum mást tú kappa greinar av
Og so byrja av nýggjum – stig fyri stig
Uttan at hyggja aftur um teg.
Tær greinar ið vóru verandi á trænum fylgja við
Saman fara vit víðari við teimum nýggju ið vaksa út.
Onkuntið er tað klókt at tapa. At bakka út. Tað roknar ongin við og stendur har sum kánus.
AnnaElisabeth Hansdóttir í K
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo